140x140

Blýggj

Blýggj er eitt kemiskt frumevni, sum er partur av nógvum ymiskum kemiskum sambindingum  

 

Hví er tað vandamikið?

Blýggj verður tikið upp av djórum og menniskjum, sum við tíðini kunnu upphópa stórar nøgdir í kroppinum. Blýggj er eitrandi, og ov mikið av blýggi í kroppinum kann skaða reyðu blóðkyknurnar og nervalagið. Blýggjeitran kann serliga skaða menningina av heilanum hjá fostrum og børnum. Blýggj kann eisini skaðað nøringarevnini hjá fólki. Harafturat er tað sera eitrandi fyri lívið í vatni.
 

Hví verður blýggj nýtt?

Blýggj er tungt, bleytt og ber væl til at forma. Harumframt rustar blýggj ikki. Fleiri blýggjsambond hava verið brúkt sum pigment, t.d. í keramikkglasuri og sum pigment og til rustverju í máling. Blýggjsambond hava eisini verði brúkt sum litevni í plasti og fyri at stabilisera kemisk sambond í PVC-plasti.

 

Hvar finna vit vanliga blýggj?

Blýggj verður brúkt í: 

  • Akkumulatorum - les meira her
  • Fiskireiðskapi
  • Lóðuri (høgl)
  • Máling - les meira her
  • Loddutinni
  • Reyðum og gulum keramikki
  • Gardinloddum/-metalbondum
  • Krystallgløsum
  • Besløgum á bygningum, t.d. kring vindeygu og skorsteinar og í vindskeiðum

 

Áður varð blýggj eisini í benzini, men hetta verður ikki brúkt longur, eins og blýggj ikki longur finst í nógvum vørum. At blýggj ikki longur er í bensini hevur, saman við betri roykreinsan á brennistøðum, ført til stóra minking av nøgdini av blýggi í umhvørvinum, og harvið eisini hvussu nógv blýggj fólk fáa í seg.


Hygg eftir vørulýsingini

Tær flestu vørurnar, ið innihalda blýggj, hava ikki vørulýsing. Men er ein vørulýsing, hygg tá serliga eftir:


Pb
Lead
Bly
Blykromat
Blyfosfitt
Blyoxid (blymønje)
Blymonoxid
Tetraetylbly
Blynaftenat
Blysulfomolybdatkromat (C.I.Pigment Red 104)
Blysulfokromatgul (C.I.Pigment Yellow 34)   

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Blýggj